2019-04-06 16:02
Í gjár gav føroyska songkvinnan, Lea Kampmann, út nýggja staklagið "Sail", og hevur hon longu fingið eitt stórt herðaklapp fyri lagið, skrivar Kringvarpið.
Tónleikastroymingartænastan hjá Apple, Apple Music, hevur nevniliga viðmælt nýggja lagið á playlistanum "Best of the Week" saman við 85 øðrum nýggjum løgum frá eitt nú Jonas Brothers, Ariana Grande, og The Lumineers.
"Best of the Week" er ein playlisti, sum verður dagførdur hvørja viku við besta nýggja tónleikinum úr øllum heiminum.
Nýggja staklagið "Sail" hjá Leu Kampmann kann finnast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald