2019-02-25 22:11
Seint seinnapartin fekk løgreglan eina fráboðan frá einum húsaeigara í Havn, sum var komin inn um hurðina. Hann merkti á luktinum, at óboðin gestur var í húsinum.
Tað vísti seg, at ein ávirkaður persónur var komin í skeiv hús, hevði spælt upp á okkurt ljóðføri, og síðani lagt seg at sova.
Løgreglan kom á staðið, og fekk reist mannin á føtur aftur, og syrgdi fyri at hann kom heim á rættan bústað.
Hetta var miðskeiðis í Havn, og hurðarnar vóru ikki stongdar, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald