Innanlands

Leggja bylgjubrótara í Kaldbaksbotni

Havnameistarin mælir býráðnum at seta arbeiði at seta út ein 40 meta bylgjubrótara í gongd sum skjótast

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-06-18 09:44 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fyri seks árum síðan komu kaldbaksfólk við uppskoti um at gera grótkast um bátaplássini í Kaldbaksbotni fyri at verja móti vindi, sum kemur tvørs av fjørðinum. Fyri tveimum árum varð málið tikið framaftur og bæði bátaeigarar og Kaldbaksnevndin bóðu um, at arbeiðið at bøta um bátahylin í Kaldbaksbotni varð gjørt.

Tað er sera vindhart í Kaldbaksbotni og trupult er hjá bátunum at liggja á plássunum fram við vegnum, tí vindurin trýstir bátarnar inn móti landi.

Á fíggjarætlanini hjá Tórshavnar kommunu fyri 2019 eru avsettar 1,2 miljónir til smábátahavn í Kaldbaksbotni. Men illa ber til at gera grótkast har, tí tá komið verður nakað úr landi við bryggjuna í Kaldbaksbotni, dýpur tað rættiliga skjótt. Hetta merkir, at eitt møguligt grótkast verður nógv dýrari enn tann avsetta upphæddin. 

Sum eina alternativ loysn ber til at leggja ein 40 metra langan flótandi bylgjubrótara, sum í hesum føri kann verja móti vindinum tvørtur um fjørðin. Men tað verður framvegis avbjóðandi at liggja í Kaldbaksboti í nógvum vindi. 

Tað ber til at leggja umleið 3 bátar fram við bylgjubrótaranum. Um bátabummar halda móti tí nógva vindinum, so ber til - ístaðin fyri tey trý bátaplássini - at leggja 8 bátabummar aftrat.

Málið hevur verið fyri vinnu- og kaldbaksnevndina og varð samtykt av fíggjarnevndini í farnu viku at leggja fyri býráðið nú hóskvøldið, skrivar Tórshavnar kommunan á heimasíðuni.

Havnameistarin mælir býráðnum at seta arbeiði at seta út ein 40 meta bylgjubrótara í gongd sum skjótast. Mettur kostnaður fyri projektið er kr. 1.545.500,- kr.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder