Uttanlands

Leggur Ísrael undir at hava brotið vápnahvíldina

Ísrael váttar at hava framt eitt loftálop í Gaza í morgun – Trý løgreglufólk lótu lív, siga myndugleikarnir í Gaza

Palestinar avmyndaðir í býnum Rafah í januar 2025 (Mynd: EPA)

Palestinar avmyndaðir í býnum Rafah í januar 2025 (Mynd: EPA)

2025-02-16 14:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tríggir limir av løgregluni í Gazageiranum, sum er stýrd av Hamas, vórðu í morgun dripnir í einum ísraelskum loftálopi eystanfyri býin Rafah, sigur innlendismálaráðið í Gaza, sum harvið leggur Ísrael undir at hava brotið vápahvíldina, sum hevur verið galdandi seinasta mánaðin.

Sambært ráðnum høvdu løgreglufólkini til uppgávu at tryggja veitingina av neyðhjálp í Al-Shouka-økinum.

Ísraelski herurin váttar at hava lopið á "vápnað fólk" í morgun. Samstundis heitir herurin á íbúgvar í Gazageiranum um at gera eftir boðunum frá herinum og um ikki at nærkast ísraelskum herfólkum í økinum, skrivar Reuters.

Vápanhvíldin millum Ísrael og Hamas kom í gildi 19. januar. sambært avtaluni skulu 33 ísraelskir gíslar í Gaza og umleið 1.900 palestinskir fangar í ísraelskum fongslum latast leysir fyrstu 42 dagarnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder