Uttanlands

Leggur Ukraina undir at leypa á Hvítarussland

Aleksandr Lukasjenko vil vera við, at Ukraina hevur skotið tríggjar rakettir eftir hernaðarligum málum í Hvítarusslandi

Aleksandr Lukasjenko, forseti í Hvítarusslandi (Mynd: EPA)

Aleksandr Lukasjenko, forseti í Hvítarusslandi (Mynd: EPA)

2022-07-03 09:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Aleksandr Lukasjenko, forseti í Hvítarusslandi, legði í gjár Ukraina undir at hava skotið tríggjar rakettir móti hernaðarligum málum í Hvítarusslandi.

Hetta skal, sambært Lukasjenko, vera hent fyri fýra døgum síðani, og leggur hann afturat, at allar rakettirnar vórðu skotnar niður.

Sambært Ritzau hevur forsetin ikki lagt fram nøkur prógv, og hendingin er heldur ikki váttað frá óheftari síðu.

Lukasjenko, sum stendur russiska forsetanum, Vladimir Putin, nær, hevur áður latið herfólk fara inn í Ukraina gjøgnum Hvítarussland. Men hann sigur seg ikki vilja hava nakað kríggj við Ukraina.

– Men vit fara at stríðast, um okkara land verður hersett, sigur hann.

Í farnu viku segði hernaðarliga fregnartænastan í Ukraina, at russisk hernaðarflogfør fyri fyrstu ferð høvdu skotið eftir Ukraina úr hvítarussiskum loftrúmi. Hetta varð sagt at vera ein russisk roynd at hála Hvítarussland inn í stríðið.

Í røðu 26. juni vendi ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj seg eisini beinleiðis til Hvítarussiska fólkið, og heitti hann á tey um at halda seg úr krígnum í Ukraina.

– Kreml (russiska forsetaborgin, red.) hevur longu avgjørt alt fyri tykkum. Tykkara lív hava ongan týdning fyri tey. Men tit eru ikki trælir og ikki kanónføði. Tit eiga ikki at doyggja, segði hann m.a.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder