Innanlands

Leggur upp til landsstýrissess afturat til Tjóðveldi

Tjóðveldi telur framvegis sjey tinglimir, meðan hinir flokkarnir eru tódnaðir síðani samgongusamráðirnarnar, sigur Ingolf S. Olsen

Ingolf S. Olsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ingolf S. Olsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-01-22 21:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Politiska støðan er rættiliga fløkt í hesum døgum, og í sjónvarpsstovuni há Degi & viku í kvøld vóru Jóannes Eidesgaard og Heðin Zachariassen, har teir greinaðu støðuna.

Men eftir greiningina minti Ingolf S. Olsen, tingmaður hjá Tjóðveldi um, at tey eru størsti flokkur og legði upp til, at Tjóðveldi skal hava landsstýrisessin.

- Helst vert at minna á, at Javnaðarflokkurin hevur fýra landsstýrisfólk (áðrenn Rigmor fór frá), harav eisini løgmann, sum í minsta lagi telur tvífalt í kabalini. Framsókn hevur eitt og Tjóðveldi trý, skrivar Ingolf S. Olsen á Facebook í kvøld.

- Tá tann kabalin á sinni varð løgd, taldi tingmanningin hjá Javnaðarflokkinum átta, Tjóðveldi sjey, og Framsókn trý, sigur hann.

Síðani tá er Javnaðaflokkurin tódnaður niður í seks tingfólk og Framsókn niður í tvey. Men Tjóðveldi telur framvegis sjey fólk.

- Um tað yvirhøvur skal koma ann upp á kompensera nakran, vænti eg, at tey flestu duga so mikið væl at rokna í høvdinum, at tey leggja hasa kabalina eitt sindur øðrvísið enn panelið í Degi og Viku, sigur Ingolf S. Olsen.

Landsstýrisessir, tingformaður og fíggjarnevndin:

Javnaðarflokkurin
Løgmaður: Aksel V. Johannesen
Almannamálaráðið: Eyðgunn Samuelsen
Samferðslumálaráðið: Heðin Mortensen
Mentamálaráðið: Aksel V. Johannesen (fyribils)

Tjóðveldi
Fíggjarmálaráðið: Kristina Háfoss
Fiskimálaráðið: Høgni Hoydal
Heilsu- og innlendismálaráðið: Sirið Stenberg
Tingformaður: Páll á Reynatúgvu

Framsókn
Uttanríkis- og vinnumálaráðið: Poul Michelsen
Forkvinna í fíggjarnevndini: Ruth Vang

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder