2019-03-28 13:58
Ringa veðrið hevur longu fingið tvær bussleiðir í Suðuroy fyribils at avlýsa sínar túrar. Leið 400, sum koyrir úr Klaksvík til Tórshavn er eisini seinkað orsaka av veðrinum. Hendan leiðin skuldi úr Klaksvík kl. 13:10, men hetta varð flutt til kl. 13:30.
Leið 401, sum koyrir millum Fuglafjørð, Gøtudal og Klaksvík koyrir heldur ikki fyribils. Ætlandi byrjar koyringin aftur úr Fuglafirði kl. 15:13, skrivar SSL.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald