Innanlands

Leigubilar skulu rinda tvífalt

Koyrir tú í einum leigaðum persónbili gjøgnum Eysturoyartunnilin, er prísurin 150 krónur hvønn - hóast bilurin hevur tunnilshald

2023-02-01 18:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um tú fert ein biltúr í einum leigubili gjøgnum Eysturoyartunnilin, eitt nú tí tin egni bilur er á verkstað, so er prísurin tann tvífaldi í mun til vanliga bilin.

Í dag komu nýggir prísir at galda, og ein av broytingunum nú er, at tað verður dýrari at koyra gjøgnum tunnilin hjá teimum bilum, sum eru skrásettir sum leigubilar.

Prísurin hvønn vegin er 150 krónur um bilurin hevur hald. Tað er tað tvífalda av hvat tað kostar vanligum persónbili. Prísurin uttan hald er 175 krónur fyri bæði vanligar persónbilar og leigubilar.

Teitur Samuelsen, stjóri fyri Eysturoyar- og Sandoyartunlar sigur, at avgerðin er tikin fyri at skaffa tunnilsfelagnum fleiri inntøkur.

- Tað hevur verið tosað um at leggja aðrar prísir á útlendsk ferðafólk. Tað er tað, vit gera við hesi prísbroytingini, tí vit hava varhugan av, at fleiri turistar taka ein túr gjøgnum Eysturoyartunnilin fyri at uppliva listaverkið í rundkoyringini, sigur Teitur Samuelsen.

Tunnilsfelagið kann út frá nummarspjaldrinum á bilinum síggja, um talan er um leigubilar, tí leigubilar eru skrásettir sum slíkir í akfarsskrásetingini.

Teitur Samuelsen metir, at tunnilsfelagið í fjør fekk millum tvær og tríggjar milliónir krónur í inntøkum frá leigubilum. Við at tvífalda prísin fyri hesar, kann felagið fáa ein munandi vøkstur í inntøkuni, metir tunnilsstjórin.

Hann sigur, at leiðslan í partafelagnum hevur tikið avgerðina, hóast vitandi um, at broytingin eisini kemur at raka føroyingar.

Henda skipan verður eisini galdandi, tá Sandoyartunnilin letur upp, væntandi móti endanum av árinum. Prísurin á tunnlunum verður hin sami. Men hetta er ikki galdandi fyri Vága- og Norðoyatunnilin, tí hesir tunnlar liggja í øðrum feløgum.

Tey, sum leiga bilar út harmast um avgerðina hjá tunnilsfelagnum.

Mikael Koba, sum hevur útleigufyritøkuna JustDrive, hevur í kvøld sent tíðindaskriv út, har felagið ræður kundum sínum til at umhugsa gjølla hvønn veg tey velja at koyra.

- Við tað at tunnilsfelagið hevur valt at tvífalda prísin, mæla vit kundum okkara til heldur at taka ókeypis alternativið yvir brúnna um Streymin, verður millum annað sagt í skrivinum frá Just Drive 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder