Tórshavnar kommuna og Stuðulsnevndin hava í dag skrivað undir leigusáttmála um lendi til eitt komandi Ovasavn, til minnis um Ova Joensen, sála.
Upprunaliga var ætlanin at gera ein svimjihyl, men er endamálið síðani broytt til at útvega og partvís reka eitt Ovasavn í Nólsoy, ið skal húsa Dianu Victoriu og lýsa søguna um Ova.
Talan er um eitt lendi miðskeiðis í bygdini í einum øki við neystum, sum hevur samband við sjógv. Ætlandi skal húsið eisini kunna hýsa onkrum smærri virksemi afturat.
Gjørdar eru tekningar, og nevndin fer nú undir at fáa neyðugu fíggingina til vega.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald