Veðurforsøgnin sigur frá upp í skrið, og at harðast leikar á fram til klokkan 18. Tað verður vindhart heilt til seinnapartin í morgin.
Í dag er skrið av útsynningi, millum 18 og 19 m/s, fram til klokkan 18. Síðani minkar niður í hvassan vind, millum 14 og 17 m/s. Tað regnar millum 0,1 og 1,2 mm allan dagin. Hitin minkar úr 9 niður í 5 hitastig.
Hann sigur frá hvøssum vindi av útsynningi í morgin heilt til um middagsleitið, millum 15 og 17 m/s. Síðani minkar niður í strúkur í vindi av vestri, millum 11,5 og 13,7 m/s. Nøkur æl verða fyrrapartin, millum 0,1 og 0,3 mm, meðan tað regnar í annaðkvøld, millum 0,2 og 0,5 mm. Hitin sveiggjar alt døgnið millum 3 og 6 hitastig.
Sí veðurforsøgnina her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald