Innanlands

Leikluturin hjá Kristini verður viðgjørdur nú

Á skránni til býráðsfund í dag er loyvi hjá Kristini Michelsen at virka sum borgarstjóri og løgtingsmaður í senn

Savnsmynd: Sverri Egholm

Savnsmynd: Sverri Egholm

2018-12-29 13:52 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Klokkan 12 í dag byrjaði býráðsfundur á Tvøroyri og sjeynda málið á skrá er: loyvi borgarstjórans at virka sum borgarstjóri og løgtingslimur. 

Tað eru fleiri mánaðir síðani, at nýggi meirilutin í Tvøroyara Býráði kravdi at fáa málið á skrá, men Kristin Michelsen hevur ikki vilja viðgjørt málið. Men eftir at borgarstjórin fór í farloyvi í hesum mánaðinum, setti Anita Viðbergsdóttir, varðaborgarstjóri, málið á skrá. 

Um Borgarstjóri skal virka sum løgtingslimur og borgarstjóri í senn, skal loyvi býráðsins gevast. Um so er, at meirilutin á Tvøroyra Býráð krevur at Kristin velur ein sess fram um hin, verður Kristin noyddur at velja ein sess. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder