Innanlands

Leirvíkstunnilin stongdur frá á midnátt

Samstundis er ikki koyrandi eftir gamla Leirvíksvegnum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-01-09 22:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Leirvíkstunnilin verður stongdur í kvøld frá midnátt til klokkan 4. Bilar sleppa ígjøgnum kl. 02, upplýsir løgreglan í kvøld.

Heldur ikki er koyrandi eftir gamla Leirvíksvegnum, tí blot er komið í kavan og tað loypur grót oman á vegin.

Tunnilsfelagið boðar eisini frá, at Vágatunnilin er stongdur fyri ferðslu hvørja nátt frá mánakv 9. januar kl. 22 til fríggjamorgun 13. jan. kl. 06. Í morgin týsdagin 10/01 verður ferðslan leidd gjøgnum tunnilin kl. 23, 24, 02, 04, 05 og 05.30. Hetta í sambandi við flogrutuna.

Norðoyatunnilin er stongdur fyri ferðslu hvørja nátt frá mánakvøld 9. jan. kl. 22 til fríggjamorgun kl. 06. Í morgin týsdagin 10/01 verður ferðslan leidd gjøgnum tunnilin kl. 23, 24, 02, 04, 05 og 05.30.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder