
Klokkan 20.24 týskvøldið fekk løgreglan fráboðan um, at eldur var í einum bili beint við tunnilsmunnan í Leirvíkstunnlinum. Hetta var Norðagøtumegin.
Lukkutíð fekk førarin, sum var einsamallur í bilinum, steðgað bilinum beint áðrenn farið varð inn í tunnilin, og viðkomandi slapp eisini úr bilinum óskaddur.
Sí eisini: Eldur kyknaði í bili við Leirvíkstunnilin
Í støðuni hóskaði tað væl, at stór venjing var í Norðoyatunnlinum júst tá. Tískil var sløkkiliðið skjótt á staðnum.
Tað tók tó eina løtu at fáa fult tamarhald á støðuni, og bilar kundu ikki fara ígjøgnum. Hetta millum annað vegna nógvan royk.
(Mynd: Eysturoyarportalurin)
Sambært vaktleiðaranum á løgreglustøðuni í Havn, gekk tað tó lutfalsliga væl - millum annað tí stór manning var. Stutt eftir klokkan 22 var Leirvíkstunnilin opin fyri ferðslu aftur.
Tað er ikki endliga staðfest enn, hví eldur kom í bilin, sum var heldur gamal.
Og stóra venjingin sum var í Norðoyatunnlinum frá klokkan 18 í gjár; hon eydnaðist væl, staðfestir løgreglan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald