Innanlands

Leita eftir bili í Vági

Hvítur vøruvognur koyrdi frá ferðsluóhappi í gjár

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-01-29 09:45 Author image
Ari av Rana
placeholder

Løgreglan leitar í løtuni eftir einum hvítum vøruvogni, sum var við í einum ferðsluóhappi í Vági í gjár.

Tað var um 17:30 í gjár, at ein hvítur vøruvognur rendi á ein annan vil við Torgi í Vági, beint við har sum handlarnir eru.

- Vit leita eftir bilinum. Bilurin sum varð árendur hevur fingið skaða, og fólk hava skyldu at verða á staðnum inntil man hevur avgreitt hvør eigur skyldina í óhappinum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Tá ein er í ferðsluóhappi skulu upplýsingar gevast og staðfestast skal hvør hevur skyldina av óhappinum. Tað kann kosta bót, um man ikki uppfyllir treytirnar í samband við ferðsluóhapp.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder