Innanlands

Leita eftir eigara av brævbjálva við størri peningaupphædd

Ein brævbjálvi við einari størri peningaupphædd, sum er funnin í Jysk, er komin inn á politistøðina

2025-12-19 14:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein brævbjálvi við einari størri peningaupphædd er komin inn á politistøðina, og løgreglan ynskir at hesin kemur aftur til eigaran fyri jól.

Brævbjálvin er funnin í Jysk leygardagin, 13. desember 2025. Eigarin kann ringja á tlf. 35 14 48.

- Týdningarmikið er, at tú upplýsir, hvat stendur á brævbjálvanum og hvussu nógvir pengar eru í honum, sigur løgreglan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder