Finska reality-sjónvarpsrøðin “Maajussille Morsian” leitar eftir føroyskum bónda, sum hevur hug at verða við í sjónvarpsrøðini. Maajussille Morsian, ella Bóndi leitar eftir hústrú á føroyskum, er ein dating-sendirøð, har leita verða eftir kærleika.
Finska dating-sendirøðin setti seg í samband við Eija Makivuoti, forkvinnu í Tjaldur, sum er føroyska felagið í Finnlandi, í vónini at finna ein føroyskan bónda, sum vil verða við í sendingini.
Vónin er at onkur føroyskur bóndi er, sum kundi hugsa sær at roynt eydnuna at finna ein frú gjøgnum dating-sendirøðina.
Eingin aldursmark er fyri at verða við í sendirøðini, og øll kunnu søkja um at verða við.
Hevur hetta tín áhuga ert tú vælkomin at senda ein teldupost til [email protected]. Portalurin berur síðani boðini víðari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald