Mentan

Leita eftir smágentu til føroyskan film

Upptøkuroynd verður í Sjónleikarhúsinum í Havn í morgin

Sluppin Verdandi, sum fórst undir Íslandi í 1944

Sluppin Verdandi, sum fórst undir Íslandi í 1944

2025-03-24 10:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í sambandi við filmsverkætlanina um sluppina Verdandi, sum gekk burtur undir Íslandi í 1944, leita fólkini aftan fyri filmsætlanini nú eftir eini smágentu, sum kann spæla ein týðandi leiklut í filminum.

Filmurin byggir á eina veruliga hending í Føroyum í 1944. Talan er um eitt familjudrama, ið fevnir um trý ættarlið, har lagnan hjá teimum er tengd at vanlukkuni, tá 15 mans av Verdandi ikki komu heimaftur.

Talan er um eina lágfíggjarframleiðslu við einum toymi úr Týsklandi og Føroyum.

Allir sjónleikararnir eru úr Føroyum, og filmurin verður tikin upp á føroyskum.

Tað, sum leitað verður eftir, er ein smágenta til leiklutin, sum dóttir høvuðsleikaran:

  • Er 4-5 ár
  • Umleið ein metur høg við ljósum (blond) hári
  • Kanska royndir við sjónleiki, men ikki neyðugt
  • Er opin, forvitin og ikki smæðin millum vaksin

Hetta kunnu barnið og foreldrini vænta:

  • Árið, gentan fer at spæla í, er 1944
  • Eitt foreldur skal altíð vera til staðar á settinum
  • Upptøkurnar fevna um 6 dagar – 31. mars, 3. apríl, 7.-9. apríl, og møguliga tríggjar dagar afturat í juli
  • Upptøkurnar vera í Elduvík (1 dagur) og í Hoyvík
  • Samsýning verður givin

Øll sum hava áhuga kunnu møta saman við barninum í morgin, týsdagin 25. mars millum klokkan 17 og 19 í Sjónleikarhúsinum í Havn, inngongd omanfyri. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder