Mentan

Leita eftir statistum til Trom komandi dagarnar

Talan er um eina av størstu senunum í hesum umfari – filmað verður í Sandagerði í Havn

Upptøkurnar fara fram í Sandagerði (Savnsmynd: Bjarni Enghamar)

Upptøkurnar fara fram í Sandagerði (Savnsmynd: Bjarni Enghamar)

2021-04-13 11:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjár vórðu filmsupptøkur gjørdar úti á Nólsoyarfirði – í morgin og næstu dagarnar verður filmað í Sandagerði.

Talan er um Trom-sendirøðina, hvørs upptøkur nú koyra upp á tað hægsta, og nærum hvør góðveðursdagur verður brúktur til uttandura upptøkur.

Framleiðararnir av filminum leita nú eftir statistum til at vera við í eini av størstu senunum, sum verða upptiknar til Trom-krimirøðina á hesum sinni.

Filmað verður í Sandagerði í morgin, hósdagin og fríggjadagin, og leitað verður eftir fólki í øllum aldri, siga framleiðararnir.

Tey, ið eru áhugað, skulu senda ein teldupost til [email protected] og so fáa tey nærri kunning. 

Tað er Torfinnur Jákupsson, sum hevur skrivað leiklitið til Trom, og talan er um eina krimi-sendirøð í seks pørtum, sum byggir á bøkur hjá Jógvani Isaksen um journalistin Hannis Martinsson.

Fyrra helvt av sendirøðini verður leikstjórnað av Kasper Barfoed, og seinna av Davið Óskari Ólafssyni.

Høvuðsleiklutirnir verða mannaðir av bæði føroyskum og donskum sjónleikarum, m.a Ulrich Thomsen, Olaf Johannesen og Mariu Rich.

Filmsupptøkurnar byrjaðu í mars, og verða væntandi lidnar hálvan juni.  

(rættað kl. 11.47)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder