Innanlands

Leita eftir vørubili

Hvarv av einum parkeringsøki í Gundadali leygardagin

2025-12-23 09:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan eftirlýsir ein vørubil, sum er horvin frá einum parkeringsøki í Gundadali í Havn um vikuskiftið.

Talan er um ein firmabil, har lykilin helst hevur ligið inni í ólæsta bilinum – hetta tí at talan er um ein bil, sum fleiri av starvsfólkunum vanliga brúka. Bilurin er hvítur, av slagnum Renault Master, árg. 2020 við nrummarplátu BF469.

Bilurin varð parkeraður í Gundadali fríggjakvøldið, og fyrrapartin leygardagin varð staðfest, at bilurin var burtur. Og í morgun høvdu hvørki eigari ella løgreglan sæð nakað til bilin, sum tí er meldaður stjolin.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder