Vegurin undir Jomfrúbakkanum frá Vágsbotni yvir á parkeringsøkið á Skálatrøð hevur verið stongdur ein part av seinnapartinum, og ferðslan leidd uttan um økið.
Úti í Grind hava løgregluhundar leitað millum runnarnar og millum húsini rundan um Gamla Danmark, tey kalla.
Men tað er ikki tí, at talan er um nakað stórmál, vissar vakthavandi á løgreglustøðini.
- Vit hava eina venjing í dag har hundapatrúljan er við. Og eftirsum vit hava havt eitt harðskapsmál í økinum um vikuskiftið, valdu vit at leggja venjingina har í økinum fyri at vita, um hundarnir kanska kundu snodda seg fram til eitthvørt, sum kann brúkast í tí málinum, vaktleiðarin, Kristjan Martin Joensen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald