Uttanlands

Leitaðu eftir kjarnorkuvápnum – funnu Titanic

Veruliga endamálið við leitingini var loyniligt

2018-12-14 20:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Frásøgnirnar um hvussu vrakið av Titanic varð funnið, passa ikki.

Tá USA í 1985 fann vrakið á Atlantshavsins botni, var hetta stórtíðindi í miðlunum. At tað var eydnast USA at finna vrakið á trimum kilometra dýpi var eitt avrik, sum prógvaði hvussu langt landið var komið tøkniliga.

Men í veruleikanum var tað ikki Titanic, sum amerikanarar leitaðu eftir, verður nú avdúkað av CNN og Natoonal Geographic. Skjøl, sum nýliga eru almannakunngjørd vísa, at granskingarliðini hinvegin vóru á loyniligari uppgávu at finna tveir horvnar amerikanskar kavbátar lastaðir við kjarnorkuvápnum.

- Tey vildu ikki hava, at heimurin fann útav hesum, so vit máttu hava eina søgu, sum fjaldi hetta, sigur Robert Ballard, sum í 1985 fann Titanic, við CNN.

Undir kalda krígnum var Ballard kapteynur í amerikanska herflotanum, men var eisini granskari hjá Woods Hole Ocenographc Institution. Hann varð tí biðin um at standa fyri leitingini eftir Titanic við einum kravi: At hann fyrst skuldi finna horvnu kavbatarnar USS Thresher og USS Scorpion.

Kavbátarnir sukku í 1960’unum við kjarnorkuvápnum umborð, og nú vóru amerikanarar bangnir um, hvussu hetta kundi ávirka umhvørvið, sigur Ballard við CNN.

Tá Robert Ballard og granskingarlið hansara hevði funnið teir báðar kavbátarnir, høvdu tey 12 dagar til at finna Titanic. Og tað eydnaðist.

- Eg verði altíð spurdur um, hvussu tað var at finna Titanic, men svarið er samansett, sigur hann við National Geographic, sum hevur gjørt eina framsýning um hvussu skipsvrakini veruliga vórðu funnin.

- Sum leiðari fyri kanningini var eg glaður um, at vit rukku málinum. Sum menniskja var eg harmur yvir at síggja, hvat var hent við teimum, sum doyðu umborð á ferðamannaskipinum. Sum flotaovasti á loyniligari uppgávu fegnaðist eg um, hvussu stórt uppmerksemi Titanic fekk í staðin fyri Thresher og Scorpion, sigur hann.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder