Innanlands

Leitaðu eftir manni við Syðradal

Politi, sløkkilið, bjargingarbátar og tyrla hava verið í økinum kring Syðradal í mánakvøld. Løgreglan upplýsir, at uppgávan er loyst

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-01-02 22:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Dagføring kl. 22:20: Løgreglan upplýsir nú, at uppgávan er loyst. Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn hevur ikki meira at leggja afturat í løtuni.

---

Nógvur útrykningur var á Velbastaðvegnum fyrr í kvøld við kós móti Syðradalsvegnum. Seinni kom tyrla og eisini bjargingarbátarnir Rescue Lív og Sverri og Tjaldri hava verið í økinum.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini váttaði fyrr í kvøld, at tey vóru úti til eina hending, men kundi ikki siga meira tá.

Nú beint fyri klokkan níggju, var heldur einki at frætta av politistøðini.

Sum skilst verður leitað eftir einum manni.

[object Object]Sverri, Tjaldri og Rescue Lív út fyri Syðradal í kvøld (Mynd: Marinetraffic)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder