
Leitingin eftir manni, sum leygardagin fór fyri borð á Norrønu leygarkvøldið, er steðgað.
Norrøna varð á veg til Føroya og varð stødd 12 fjórðingar suður úr norska býnum Mandal tá vanlukkan hendi.
Norska bjargingartænastan upplýsir, at tað ikki longur eru vónir um lív og leitingin er harvið av.
Hendingin fór fram um 19 tíðina og um 21 tíðina sigldi Norrøna víðari. Sambært Smyril Line var hetta sambært boðum frá myndugleikunum í Noreg.
Fyri Kringvarpinum upplýsir norska bjargingartænastan, at málið nú verður latið upp í hendurnar á løgregluni í Kristiansand.
Upplýst verður eisini at ábendingar eru um, at talan er um ein mann, men nærri ynskja tey ikki at útttala seg í løtuni. Á Norrønu hevur verið manntal, og Jens Meinhard Rasmussen, upplýsir fyri Kringvarpinum, at avvarðandi hava fingið boð.
Norrøna verður á Havnini sunnukvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald