2025-06-28 21:59

Klokkan 19 í kvøld kom fráboðan frá MS Norrönu um, at ein persónur var farin fyri borð. Norröna var tá stødd suður úr Norra.
Leiting varð beinanvegin sett í verk av Hovedredningssentralen í Norra, sum sendi skip og tyrlu á staðið.
Eftir boðum frá norsku mynduleikunum fór Norröna aftur í sigling kl. 21. Leitingin eftir viðkomandi heldur fram.
Norröna verður á Havnini sunnukvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald