2019-01-15 13:08
Tað verður ikki longur leitað eftir eysturríkska ferðamanninum, sum hevur verið horvin í Fugloy síðan fríggjadagin.
Í stuttorðaðum tíðindaskrivi, sent út beint fyri klokkan 13, boðar løgreglan frá, at tann skipaða leitingin er støðgað fyribils.
Sagt verður, at leitað hevur verið á oynni við staðkendum og løgreglufólki við hundum. Harumframt hava tyrlan og Brimil leitað kring oynna.
Einki samband hevur verið við ferðamannin, síðan hann fór úr tyrluni í Hattarvík um middagsleitið fríggjadagin 11. januar.
Løgreglan heitir nú á fólk, sum hava sæð ella hoyrt nakað til ferðamannin um at venda sær til politistiøðian í Havn á telefon 114 ella 351448.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald