2019-01-12 16:46
Leitingin eftir horvna ferðamanninum í Fugloy er steðgað. Tað sigur vakthavandi á politistøðini.
Eftir at hava leitað við bæði hundum og tyrlu síðan tíðliga í morgun við ongum úrsliti, hevur løgreglan avgjørt at steðga leitingini fyribils.
Løgreglan fer nú at taka støðu til, hvat nú skal gerast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald