2019-01-19 14:48
Í morgun fekk MRCC eina fráboðan frá onkrum, sum helt seg hava sæð eina neyðrakett úr Syðrugøtu, og í hesum sambandi varð stór leiting sett í gongd á sjónum.
Leitað varð bæði við tyrlu og skipum, men aftaná at hava leitað í áleið tveir og ein hálvan tíma uttan úrslit varð avgerð tikin um at gevast við leitingini, tá klokkan varð uml. 11.
Vakthavandi á MRCC sigur, at økið varð leitað væl í gjøgnum, men kortini funnu tey einki. Vakthavandi leggur afturat, at eingin er saknaður, og eingin hevur biðið um hjálp.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald