Mentan

Lendi á gula leypinum: 80.000 krónur til Klaksvíkar

- Vit halda, at tað sær bara heilt gott út, segði Poul Martin Rasmussen, sum ringdi inn fyri mammu sína, og sum vann kvøld 80.000 krónur í Gekkinum

(Skíggjamynd: KVF)

(Skíggjamynd: KVF)

2021-04-16 20:29 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í øðrum snari syrgdi Poul Martin Rasmussen fyri, at mamma hansara vann 80.000 skattafríar krónur í Gekkinum.

Gekkaupphæddin var 230.000 krónur, men Poul Martin sum ringdi inn við fullari plátu fyri mammu sína, Mathildu, valdi at deila upphæddina í trý á teir tríggjar leyparnar.

Og rætt gjørdu tey. Í øllum førum lendu tey á gula leypinum, og vunnu 80.000 krónur.

- Vit halda, at hatta sær bara heilt gott út, segði ein ovfarin Poul Martin Rasmussen.

Næsta fríggjakvøld er Gekkurin 170.000 krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder