Innanlands

Lendið til golfbreytina loksins fingið til vega

Langtíðar leigusáttmáli var í dag undirskrivaður millum Tórshavnar kommunu, Búnaðarstovuna og festibóndan

2019-06-27 16:47 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt týðandi stig á leiðini at fáa til vega golfbreyt á Glyvursnesi varð tikið í dag, tá sáttmáli um lendið í dag varð undirskrivaður.

Tað hevur verið ein drúgv tilgongd at fáa lendið til vega, men nú eru partarnir vorðnir samdir, og í dag var sáttmáli undirskrivaður av Búnaðarstovuni og festibóndanum Sjúrða Patursson øðrumegin og Tórshavnar kommunu hinumegin.

Hetta merkir, at Tórshavnar kommuna nú kann fara undir ætlaðu breytina. Samtyktin hjá býráðnum sigur, at í fyrsta lagið skulu gerast níggju hol soleiðis at trý verða gjørd um árið. Sáttmálin er tó gjørdur fyri eitt øki, sum kann rúma 18 holum at spæla á.

Samráðingar um nýtslurætt til Glyvursnes byrjaðu í 2013. Sáttmálin, sum nú er gjørdur, fevnir um 522.000 fermetrar, sum kommunan langtíðarleigar.

Annika Olsen, borgarstjóri, frøddist undir undirskrivingarhátíðarhaldinum við felagshúsið hjá Tórshavnar Golffelag um, at málið loksins er komið so langt, at tað nú er upp til kommununa sjálva at koma víðari við ætlanini.

Økið á Glyvursnesi skal ikki einans rúma golfbreyt, men skal vera eitt stað til gagns fyri fólkaheilsuna hjá bæði borgarum og gestum, tí í verkætlanini skal eisini vera ein lendisgøta til fólk bæði at ganga og súkkla á, so at tað ikki einans eru golfspælarar, sum fáa gleði av hesum náttúruvakra øki.

Ætlanin er eisini at varðveita kaikantin, sum íløtuni verður brúktur til grótflutning, so at møguleiki verður at leggja at á Gulanum við smærri bátum í framtíðini, segði Annika Olsen. 

[object Object]

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder