Innanlands

Leo Nielsen andaðist í nátt

Hann og konan Sussi hava leingi verið ein kend donsk popduo. Seinastu árini hevur hann stríðst við sjúku - Leo gjørdist 67 ára gamal

Sussi og Leo fyri stuttari tíð síðani. Tey gjørdust par í 9. flokki og hava so at siga spælt tónleik saman síðani

Sussi og Leo fyri stuttari tíð síðani. Tey gjørdust par í 9. flokki og hava so at siga spælt tónleik saman síðani

2023-02-18 09:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann hevur leingi verið sjúkur, og fyri viku síðani varð Leo Nielsen innlagdur við tarmakasti, sum er eitt av tingunum, ið hann stríddist við. Hann hevur ikki til at fingið samband við síðani, og síðani desember hevur kendi tónleikarin ikki fingið staðið uppi. Nú orkaði Leo ikki meira og andaðist í nátt, 67-ára gamal

Konan Sussi Nielsen, ið Leo regluliga hevur framført við, síðani tey vórðu ung, legði boðini út á Facebook í morgun um, at maður hennara nú var farin. Tey høvdu verið par, síðani tey gingu í 9. flokki í sjeytiiárinum, har felags áhugin fyri tónleiki leiddi tey saman.

- Eg veit, at eg fari at sakna Leo ógvuliga nógv, men vit hava bæði havt tað so, at tað hjálpir ikki at pínast av tí við sær sjálvum, so eg vil sleppa Leo og lata hann koma víðari, til hvat tað nú er á hinari síðani.

Javngamla kvinnan hevur framført saman við manni sínum síðani 1979, og dugdu tey ógvuliga væl at fáa lív í og gott lag. Sum "Sussi og Leo" høvdu tey eina serliga støðu í donskum poppi og í undirhaldsvinnuni og framførdu til alt møguligt - hann við harmonikur og hon á gittara. Skansen í Skagen var leingi eitt av teirra føstu spælistøðum, og har var mangan sum sild í tunnu.

[object Object]

Leo Brinkmann Nielsen hevur stríðst við ymsikar sjúkur seinastu sjey árini, og byrjaði tað við at hann breyt mjødnina, eftir at hann var áhalsin og datt í konsertbussinum hjá bussinum. Tey góvust tó ikki endaliga at spæla fyrrenn í síðsta mánaða.

Sussi Nielsen takkar í morgun øllum, ið hava sent stuðlandi boð í seinastuni, og gleði hon seg nú til "at geva aftur". Tey búðu saman í norðurjútsku bygduni Saltum, og tað var í heiminum hjá parinum, at Leo nú andaðist.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder