Innanlands

Lesandi fáa lestrarhøli í summar

Hetta er sjeynda árið, at Tórshavnar kommuna bjóðar lesandi lestrarhøli á Býarbókasavninum

2019-06-17 11:02 Author image
Ari av Rana
placeholder

Aftur í summar bjóðar Tórshavnar kommuna lestrarhøli, har lesandi kunnu sita í friði og náðum og arbeiða við uppgávum og lestri annars.

Lestrarhølini verða á ovastu hæddini á Býarbókasavninum, har lesandi kunnu sita í friði og náðum og arbeiða við uppgávum og lestri annars.

Hetta er eitt tilboð til teirra, ið eitt nú eru heima í summarfrí og hava tørv á einum friðarligum staði at lesa og arbeiða. Hetta er sjeynda árið, at tænastan verður á Býarbókasavninum.

Støðugt fleiri lesa eisini á Fróðskaparsetri Føroya, og tí er hetta eisini eitt hent stað hjá teimum at savna seg um lesnaðin í friðarligum umhvørvi í summar. Øll lesandi á hægri lestri kunnu nýta hølini, skrivar kommunan.

Lestrarhølini eru opin frá mánadegnum 24. juni til fríggjadagin 16. august 2019, og tey verða opin, tá ið Býarbókasavnið er opið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder