Sum kunnugt verður løgtingsval 26. mars, og føroysk lesandi uttanlands hava eisini valrætt.
Tey skulu tó søkja um at koma á vallistan, og freistin at søkja er 5. mars, skrivar Fíggjarmálaráðið.
Fyri at koma á vallistan sum lesandi uttanlands, skal ein hava búð í Føroyum og hava verið skrásettur í fólkayvirlitinum í minsta lagi fimm ár tilsamans, ein skal ikki hava havt tilhald uttanfyri Føroyar í meir enn átta ár, og ein skal vera uttanlands í lestrarørindum.
Ein skal søkja um at sleppa á vallistan í tí kommunu, har ein seinast var skrásettur í landsfólkayvirlitinum.
Hetta kann gerast við at rita inn á vangan, velja ta kommunu, ein búði í, áðrenn ein flutti uttanlands og søkja um atkvøðurætt. Er kommunan ikki á Vanganum, er neyðugt at venda sær til kommunuskrivstovuna.
Sum lesandi uttanlands fær ein ikki nakað valkort sendani. Tað er tí umráðandi at minnast til at hava samleikaprógv við - annaðhvørt pass ella koyrikort - tá ein skal greiða brævatkvøðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald