Innanlands

Lesarabrøvini á Portalinum óvirkin í løtuni

Tekniskar dagføringar og betringar eru orsøkin til at lesarin.fo í løtuni ikki riggar

2019-02-12 14:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Lesarin.fo er staðið har øll kunnu leggja sítt lesarabræv inn sjálvi, og hetta verður dúgliga brúkt. Nú tað nærkast vali verða fleiri lesarabrøv løgd inn um dagin.

Men í løtuni er lesarin.fo stongdur, tí tekniskar dagføringar og betringar verða gjørdar. Eftir ætlan riggar aftur í morgin.

Í fyrsta umfari verður einki at síggja til betringarnar, men næstu vikurnar fer tað at síggjast, at valið nærkast.

Haldið okkum til góðar.

/Portalurin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder