Innanlands

Lestrarstuðulin hækkar við 1.000 krónum um mánaðin

- Tað er týdningarmikið fyri føroyska samfelagið at eggja teimum ungu at velja Føroyar, og at fleiri velja at lesa her heima, skrivar Útbúgvingarmálaráðið í hesum sambandi

Djóni Nolsøe Joensen hevur í fíggjarlógaruppskotinum raðfest, at umstøðurnar hjá lesandi skulu betrast. Við hækkanini í hægra stuðlinum verður upphæddin eftir skatt áleið tann sama, sum hjá teimum, ið eru lesandi (Mynd: Jens Kr. Vang)

Djóni Nolsøe Joensen hevur í fíggjarlógaruppskotinum raðfest, at umstøðurnar hjá lesandi skulu betrast. Við hækkanini í hægra stuðlinum verður upphæddin eftir skatt áleið tann sama, sum hjá teimum, ið eru lesandi (Mynd: Jens Kr. Vang)

2025-09-30 15:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Samgongan hevur týðiliga valt at seta sjóneykuna á yngir familjur og lesandi, tað sum eftir er av valskeiðnum - og frameftir.

Hetta kom fram í ólavsøkurøðu løgmans, har millum annað býlisstuðul kom á breddan, og tað var ein týðandi partur fíggjarlógini fyri 2026, ið varð løgd fram í dag.

Sí eisini: 173 milliónir krónur í halli

Eitt er frádráttur og lækandi prísir á blæðum.

Fyri barnafamiljur verður barnafrádrátturin hækkaður upp í 1.500 krónur fyri børn undir skúlaaldur og 1.000 krónur fyri børn í skúlaaldri.

Eisini verður meirvirðisgjaldið lækkað fyri epli, grønmeti umframt barnablæur. 

Stuðulin fer munandi upp - á sama stigi sum í Danmark

Lagt er nú eisini fram, at frá komandi lestrarári hækkar lestrarstuðulin við 1.000 krónum um mánaðin. Harvið verður upphæddum eftir skatt á sama støði sum stuðulin í Danmark, sum Føroyar á ymiskan hátt "kappast um tey ungu við".

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, hevur í fíggjarlógaruppskotinum raðfest, at umstøðurnar hjá lesandi skulu betrast, tá tey lesa hægri lestur í Føroyum.

- Tað er týdningarmikið fyri føroyska samfelagið at eggja teimum ungu at velja Føroyar, og at fleiri velja at lesa her heima. Samstundis er týdningarmikið, at tey, sum lesa í Føroyum, hava líka góðar fíggjarligar umstøður, sum tey, sum velja at fara uttanlands lesa. 

Hækkingin í lestrarstuðlinum kemur afturat øðrum raðfestingum, sum rættað seg móti hægri lestri. Farið verður undir at byggja Seturskampus við felagsbygningi og góðum lestrar- og granskingarumstøðum á Frælsinum, í gamla Venjingarskúlanum, ið verður umvældur og umbygdur til endamálið. Eisini verður í næstum farið undir at byggja lestrar- og ungdómsbústaðir á Eirargarði. Hetta varð endaliga samtykt á Løgtingi í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder