Innanlands

Leygardagurin verður vátur

Seinnapartin fer at regna og tað heldur á til í annaðkvøld

2019-05-31 10:25 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tey, sum ætla sær á Norðoyastevnu og Royal Run kunnu vænta sær at nokk av regni. Veðurforsøgnin sigur frá regni tað mesta av vikuskiftinum.

Í dag veksur hann vindin úr gul upp í frískan vind av eystri, millum 4 og 10 m/s. Hitin veksur eisini úr 5 upp í 7 hitastig. Seinnapartin fer at regna, millum 0,1 og 0,5 mm.

Í morgin verður frískur vindur av eystri til út á kvøldið, millum 8 og 10 m/s. Beint fyri midnátt skiftir ættin til sunna og útsynning, og vindferðin minkar niður í gul, um 5 m/s. Hitin veksur úr 7 upp í 9 hitastig. Nógv regn verður til út á kvøldið, millum 0,1 og 2,1 mm.

Hann sigur frá fleyr til andøvsgul av skiftandi ættum sunnudagin, millum 0,7 og 6 m/s. Einki avfall og hitin millum 7 og 9 hitastig.

Sí veðurforsøgnina her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder