Innanlands

Leygarkvøld er aftur Earth Hour

Tórshavnar kommuna sløkkir fyri ljósunum í miðbýnum klokkan 20:00-21:30

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-03-27 10:43 Author image
Ari av Rana
placeholder

Yvir allan heimin verða ljós sløkt fyri at setasjóneykuna á umhvørvið og jørðina. Hetta fara vit eisini at gera í Tórshavn,har skipað verður fyri hugnaligum tiltaki í Tinghúsgarðinum leygarkvøldið 30. mars. Earth Hour verður frá kl. 20.00 til21.30.

Ljós í miðbýnum verða sløkt leygarkvøldið frá kl. 20.30 til 21.30.Tá fara vit at tendra kertiljós úr føroyskari seyðatálg og hava eina hugnaligaløtu við m.a. røðu, hugleiðingum og kórsangi.

Tórshavnar kommuna bjóðar heitt kakao, ogaftur í ár verður heitt á fólk um at taka egnan kopp við. Hetta fyri atbroyta vanan við at brúka einnýtiskoppar. Vit gera eina “koppvelting”!

Evnið á Earth Hour í ár er “Connect2Earth”, skrivar Tórshavnar kommuna, og Annika Bolton Mortensen fer at hugleiða umjarðarknøttin, og hvussu vit lofta umhvørvisavbjóðingunum.

Turið Horn, forkvinna í Náttúru- og Umhvørvisnevndini, heldurrøðu. Eisini verður kórsangur við Kamarkórinum.

Í sambandi við tiltakið verður vegurin stongdur frá Sverrisgøtu oman á Vaglið, millum kl. 20:00-22:00.

Gøtuljósini í miðbýnum í Tórshavn verða sløkt, tískil heitir kommunan á fólk um at ansa sær hesa løtuna, tá ið gøtuljósinií miðbýnum eru sløkt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder