Ongin fangi ella gísli verður leyslatin fyrr enn í morgin, fríggjadagin. Tað sigur trygdarráðgevin hjá forsætisráðharranum í Ísrael, Tzachi Hanegbi.
- Samráðingarnar um leyslatingingina av okkara fangum halda fram í allan dag, verður sagt frá stjórnarskrivstovuni, skrivar Ritzau.
- Leyslatingin byrjar ikki fyrr enn fríggjadagin, sambært uppruna avtaluni millum partarnar.
Tað hava verið vónir um, at Hamas fór at lata sínar fyrstu gíslar leysar í dag. Tað segði uttanríkisráðharrin í Ísrael, Eli Cohen, í samrøðu við eina útvarpsstøð hjá herinum í gjár.
Ísrael og Hamas hava gjørt avtalu um, at Hamas skal lata í minsta lagi 50 gíslar leysar úr Gaza, meðan Ísrael skal leyslata 150 palestinar, sum sita fangar í fongslum í Ísrael.
Ein partur av avtaluni snýr seg eisini um, at partarnir skulu halda ein støðg við stríðnum í fýra dagar.
Sambært avtaluni verður vápnahvíldin longd við einum samdøgri fyri tíggjunda hvønn gísla yvir teir 50, sum Hamas letur leysan.
Enn er ógreitt nær á degnum í morgin, at vápnahvíldin byrjar.
Ein leiðandi limur í Hamas, Abu Marzouk, segði annars í gjár við Al Jazeera, at vápnahvíldin skuldi byrja í dag klokkan 08.00. Tað skrivaði The Times of Israel.
Men seina í gjárkvøldið segði eitt ónevnt ísraelskt embætisfólk við AFP tíðindastovuna, at tað ikki verður “fyrr enn fríggjadagin”.
Ísraelski miðilin The Times of Israel skrivar nú, at skjalið við avtaluni enn ikki er undirskrivað av pørtunum, men at tað fór at henda innan fyri komandi 24 tímarnar. Hetta hevur miðilin frá eini keldu í ísraelsku stjórnini.
Sambært miðlinum Hareetz, er tað Hamas, sum enn ikki hevur staðfest avtaluni.
Bæði Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, og Yoav Gallant, verjumálaráðharri, hava sligið fast, at komandi støðgurin ikki er endin á krígnum, skrivar Reuters.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald