Nýggja bókin "Fáur fær tráðin heilt slættan" eftir Sólrún Michelsen, kom á marknaðin í dag. Bókin er framhald av vælumtóktu skaldsøgunum “Ein táttur er Silvur” og “Ein annar er Gull”.
Í hesum triðja bindinum fær Sólrún bundið allar teir leysu træðrirnar saman og lýst, hvussu høvuðspersónurin fótar sær. Undirtónin av nýggjum politiskum hugsjónum hoyrist eisini, skrivar Sprotin, ið gevur út tríverkið, á heimasíðu síni.
Men nógv er at koma til sættis við. Hvat við loyndarmálunum, hon ber inni við seg sjálva? Fer Tórður nakrantíð at kenna sítt upphav?
Seinnapartin fer Óluva Klettskarð at hava samrøðu við Sólrún Michelsen. Tiltakið verður í Skálanum í Norðurlandahúsinum í dag kl. 17, sum partur av Bókadøgunum.
Tiltakið er ókeypis, men krevur tilmelding á nlh.fo. Tiltakið verður stroymt beinleiðis á nlh.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald