Mentan

Leyvu-kongurin frumframsýndur í Mentanarhúsinum í næstu viku

Næmingarnir, sum framføra føroysku tulkingina av kenda teknifilminum hjá Disney, ganga í 10. flokki og á sokallaðu e-Nám Sangleikabreytini. Teir eru úr Fuglafjarðar skúla og skúlanum við Streymin og framføra fyri fyrstu ferð týsdagin 23. mars

2021-03-17 09:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu mongu árini hava næmingar í 10. flokki í Fuglafirði, og eisini úr øðrum skúlum, framført sangleik. Soleiðis verður aftur í ár, og í løtuni eru fyrireikingarnar av álvara í gongd í Mentanarhúsinum, sum eisini hesuferð verður karmur um sangleikin hjá ungu fólkunum. Eins og undanfarin ár, eru tað lærararnir, Bárður á Lakjuni og Marjun Djurhuus, ið hava sangleikin undir hond.

Hesaferð snýr sangleikurin seg um djórakongaríkið. Leyvu-kongurin er bygdur á heimskenda teknifilmin hjá Disney um serliga leyvurnar Simba, Mufasa, Scar og Nalu og eisini um onnur djór sum Sasu, Timon og Pumba.  

[object Object]
Mynd: mh.fo

Í vikuni undan páskafrítíðini og nakrar dagar eftir páskafrítíðina sýnir e-Nám Sangleikabreytin, ið telur umleið 40 næmingar í 10. flokki úr Fuglafjarðar skúla og skúlanum við Streymin, føroysku útgávuna av "The Lion King" fram í Mentanarhúsinum

- Sangleikurin er so heilt avgjørt fyri øll – bæði stór og smá. LEYVUKONGURIN hevur alt tað, ein stórur og góður leikur skal hava: Góðan tónleik, sang, sjónleik og dans, og eru tað næmingarnir sjálvir, ið standa fyri øllum – eisini tekniska partinum. Tað verður haraftrat gjørt sera nógv burturúr bæði palli og leikbúnum. Heimskendi Elton John framleiddi tónleikin til filmin/leikin, og munnu mong kennast við sera góðu og vøkru sangirnar

Soleiðis stendur millum annað á heimasíðuni hjá Mentanarhúsinum, har tað eisini verður upplýst, at sangleikurin tekur umleið tveir tímar. Á mh.fo ber eisini til at keypa atgongumerki til Leyvu-kongin, ið verður sýndur hesi tíðspunktini: 

23. mars 
24. mars 
25. mars 
26. mars

07. apríl 
08. apríl 
09. apríl
10. apríl 
11. apríl

Allir dagarnar verður byrjað klokkan 19. 10. og 11. apríl verður eisini ein sýning klokkan 15. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder