- Síðan upprunaliga vegleiðingin til lgbt ferðafólk varð orðað, er tíbetur nógv broytt til tað betra í Føroyum, og tí varð orðingin mett ótíðarhóskandi og dagførd í fjør á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands.
Tað sigur LGBT í viðmerking til tíðindastubban í útvarpstíðindunum í gjárkvøldið, um ein ferðafólkafaldara, sum mælir samkyndum fólki at ansa sær, tá tey fara á bygd.
LGBT Føroyar ger vart við, at tey ongantíð hava frárætt lgbt ferðafólkum at vitja á bygd ella sagt, at hesi ferðafólk ikki skulu kenna seg vælkomnan á bygd. Rørslan sigur seg hava verið við til at tiltrekkja ferðafólk og útisetar heim aftur til allar Føroyar.
- Upprunaligu ráðini til lgbt ferðafólk, sum vóru orðaði, tá LGBT Føroyar var stovnað á sinni, vóru um at vísa varsemi, tá talan var um kroppsligt samband í náttarlívinum í Havn, eins og á bygd. Her er talan um at vísa fólkaskikk og sømuligan atburð, sum eigur at vera galdandi fyri øll - óansæð kynsliga sannføring, sigur LGBT Føroyar.
- Hetta er somuleiðis púra vanlig vegleiðing til lgbt ferðandi í flestu ferðabókum fyri flest ferðamál, ið ikki eru stórbýir so sum San Francisco, New York ella London, har LGBTarar í áratíggju hava verið ein sjónligur partur av samfelagnum.
LGBT Føroyar heldur, at nógv er broytt í Føroyum, og tí er ikki neyðugt við hesari orðingini longur. Hon var dagførd á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands í fjør, men er ikki komin við í seinasta ferðafólkafaldaran hjá Sansum, sigur rørslan.
Les eisini: Samkynd mugu ansa sær á bygd
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald