Innanlands

LGBT fegnast um fjølbroytt tilboð til næmingar

Felagsskapurin svarar aftur uppá kjakið sum hevur tikið seg upp um fólkaskúlan

2018-09-04 19:35 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Faroe Islands Minority Film Festival er ein sjálvstøðugur filmfestivalur uttan nakað beinleiðis tilknýti til LGBT Føroyar. Av tí sama kann nevndin í LGBT Føroyum ikki úttala seg um allar smálutir í ungdómstiltakinum hjá festivalinum í Norðurlandhúsinum seinasta vikuskifti, tað kunnu einans umboð fyri FIMFF gera.

LGBT Føroyar kann tó fegnast um, at við tiltøkum sum hesum verða enn fleiri tilboð skapað, sum fylgja lógarfestu endamálsorðingini hjá fólkaskúlanum um at stuðla einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu menningini, og at undirvísing og gerandislív skúlans skal vera grundað á andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði.

LGBT Føroyar fegnast um, at tað finnast tiltøk, sum vísa tannáringum, at heimurin, føroyska samfelagið og fólkini, sum búgva her á landi, eru bæði fjølbroytt og litrík, og at rúm skal vera fyri okkum øllum. Tað er hetta, lógin um fólkaskúlan leggur upp til, samstundis sum hon skal geva næmingunum eina kristna og siðalagsliga uppaling. Tí er tað gleðiligt at síggja, at lærarar og næmingar taka av tilboðum sum m.a. hesum hjá FIMFF. Slík tiltøk eru við til at skapa rúmligari menniskju, har hinskyndir næmingar læra at virða og góðtaka sínar sam-, tví- og tvørkyndu floksfelagar, eins og aðrar minnilutabólkar, meðan eitt nú sam-, tví- og tvørkyndir næmingar samstundis læra at virða, elska og góðtaka seg sjálvan, sum tey nú einaferð eru.

LGBTarar verða illa happaðir í fólkaskúlanum
Sam-, tví- og tvørkynd skúlabørn sita í dag í flestu skúlastovum kring Føroyar. Tey hava altíð sitið har og fara altíð at sita har. Men hvussu er tað at vaksa upp sum sam-, tví- og tvørkyndur næmingur í Føroyum og í føroyska fólkaskúlanum? Ein skúli, sum hevur eina so stóra ávirkan á okkum sum vaksin menniskju.

Sambært heilsukanning, sum LGBT Føroyar hevur gjørt av sínum limum, svarar meira enn helvtin, at tey hava verið happaði í føroyska fólkaskúlanum vegna teirra kynsligu sannføring ella samleika, meðan 36% siga seg hava verið fyri mismuni í skúlanum vegna teirra kynsligu sannføring ella samleika.

Spurd um hvørja kunning hesi somu fingu í skúlanum, vísti tað seg, at kunningin var sera avmarkað. Á einum stiga frá 1 til 10, har 10 er hægst, var miðal svarið 2,3, tá føroyskir LGBTarar vóru spurdir, um samkyndleiki ella onnur LGBT evni vóru viðgjørd á nøktandi hátt undir kynslívslæruni í skúlanum. Spurd, hvussu nógv annars varð prátað um samkynd og samkyndleika í teirra fólkaskúla, var miðalsvarið 2,9. Hetta er langt undir miðal.

Kanningin vísir samstundis, at føroyskir LGBTarar hava lutfalsliga verri sálarliga heilsu enn hinskynd, og á fleiri økjum er støðan beinleiðis skakandi. Knapt tveir triðingar av føroyskum LGBTarum hava havt sjálvmorðstankar. Næstan helvtin av hesum hava samstundis roynt at framt sjálvmorð. Heili 56% av føroyskum tví-, sam-, og tvørkyndum siga seg til tíðir kenna angist, meðan líknandi kanning hjá Fólkaheilsuráðnum vísur, at í miðal kenna einans 18% av øllum føroyingum seg darvaðan av angist. Triði hvør (33%) LGBTari í Føroyum hevur ella hevur havt etingarólag, meðan 35% hava roynt at skatt seg sjálvan við t.d. at skera seg.

Orsøkir til sálarligar trupulleikar
Hesi føroysku úrslitini eru lík øðrum líknandi altjóða kanningum. Altjóða vísindin hevur tí granskað

ymisku orsøkirnar til, hví LGBTarar hava lutfalsliga verri sálarliga heilsu enn hinskynd. Úrslitini vísa, at stigmatisering, fordómar, happing og mismunur av hesum bólki skapa eitt fíggindaligt, strongt og trongt sosialt umhvørvi, sum síðani hevur við sær, at hesin minniluti í alt ov stóran mun fær álvarsamar sálarligar trupulleikar at dragast við.

Skúlin kann minka um trupulleikan
Ein rúmlig skúlaskipan skal lata næmingar hugsa frítt og sjálvstøðugt, geva teimum møguleika at finna sína egnu hill og ikki minst læra tey at virða og góðtaka hvønn annan, soleiðis sum tey eru, og ikki bara soleiðis, sum onnur ynskja, at tey skulu vera. Ein slík skipan kann avgjørt vera við til skapa rúmligari borgarar, sum síðani skapa eitt enn betri og rúmlagri samfelag, har pláss er fyri okkum øll - og sálarheilsan hjá minnilutum so sum hesum, samstundis kann gerast munandi betri enn hon er í dag.

Les eisini: - "Eg eri so fúkandi"

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder