Bretski sangarin Liam Payne, sum er kendur úr dreingjabólkinum One Direction, er deyður.
Hann andaðist mikukvøldið, eftir at hann datt av altanini á sínum hotellkamari í argentinska høvuðsstaðnum Buenos Aires.
Hildið verður, at hann fekk skallabrot. Hotellkamar hansara var á triðju hædd, og hann datt umleið 13-14 metrar niður.
Løgreglan í Buenos Aires sigur í fráboðan, at tey fingu eina fráboðan frá einum starvsfólki á hotellinum um ein "ágangandi mann, sum kundi vera ávirkaður av rúsevnum og rúsdrekka".
Leiðarin á hotellinum segði seg hoyra larm, og tá løgreglan kom á staðið var ein maður dottin av altanini í kamarinum, skrivar Ritzau.
Liam Payne gjørdist 31 ára gamal. Eftir situr sjey ára gamli sonur hansara, sum hann fekk saman við bretsku songkvinnuni Cheryl Cole.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald