
Tvey fólk hava í morgun latið lív í einum ísraelskum álopi á býin Touline í sunnara parti av Libanon, og eisini eru í minsta lagi átta onnur særd, skrivar tíðindastovan í Libanon, National News Agency.
Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu hevur í morgun givið boð um at leypa á Libanon sum aftursvar til eitt libanesiskt rakettálop á Ísrael, verður sagt úr Ísrael.
Ísraelski herurin skrivar á X, at hann hevur lopið á mál hjá Hizbollah-rørsluni í Libanon.
Sambært herinum er álopið á Ísrael eitt týðiligt brot á avtaluna um vápnahvíld millum Ísrael og Libanon og ein beinleiðis hóttan móti íbúgvum í Ísrael. Eisini sigur ísraelski herurin, at tað er libenesiski staturin, sum hevur ábyrgdina av at halda avtaluna, sum varð gjørd í november.
Úr Libanon verður boðað frá, at fleiri býir vórðu raktir av ísraelskum álopum fyrrapartin, men tað er ógreitt, um nakar fólkaskaði er aðrastaðni enn í Touline, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald