Innanlands

Liðugt við ókeypis løðing til bilarnar

1. apríl verður ikki longur ókeypis at løða bilin á almennu løðistøðunum hjá Sev

2019-03-18 16:26 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Royndartíðin við ókeypis løðing av elbilum á almennum løðistøðum gongur út 31. mars í ár. Eftir hetta verður neyðugt at rinda fyri at løða á almennu løðistøðunum hjá Sev.

- Royndartíðin hevur roynst væl. Vit hava gjørt okkum virðismiklar royndir við at røkja løðistøðirnar og fólk hava lært seg at brúka tær. Almennar løðistøðir eru tó ikki roknaðar at vera fremsta val til løðing hjá elbilaeigarum, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í Sev í tíðindaskrivi.

Ásetti prísurin fyri at løða er ymiskur alt eftir, nær løðingin fer fram, hvussu nógvum mátti, tú løðir við, og hvussu leingi bilurin er knýttur at løðistøðini. Tað er eitt nú bíligari at løða bilin eftir kl. 21 á kvøldi og fram til kl. 06 á morgni.

Bíligast er at løða bilin við hús, men løðir tú bilin á almennu løðistøðunum, er prísurin:

- Klokkan 06.00 til 21.00 er prísurin 0,075 kr pr. kW/minutt íroknað MVG
- Klokkan 21.01 til 05.59 er prísurin 0,050 kr pr. kW/minutt íroknað MVG

Minuttprísurin fyri løðing er galdandi fyri, hvussu leingi bilurin er knýttur at løðistøðini, og tískil ikki bara effektiva løðitíð. Tað merkir, at tú rindar fyri ta tíðina, tú letur bilin standa íbundnan løðistøðina, eisini eftir, at battaríið er fult løtt.

Minuttprísurin er settur fyri at sleppa undan, at fólk nýta løðistøðirnar sum parkeringspláss, og harvið forða øðrum, sum hava tørv á at løða bil sín, at sleppa framat løðistøðini.

- Best er, um fólk løða bilin umvegis løðistøð heima við hús. Á tann hátt verða bilarnir løddir, tá minni trýst er á elskipanini, og harvið verður útbygt skilabest fyri at nøkta tann vaksandi tørvin á elorku. Infrakervið við almennu løðistøðunum er ætlað sum bráðfeingishjálp hjá teimum, sum av onkrari orsøk ikki hava nóg mikið av streymi til at koyra til hús við, sigur Hákun Djurhuus.

Nýggja skipanin kemur í gildi 1. apríl. Løðing á almennum løðistøðum verður avroknað mánaðarliga. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder