Leivdirnar av einum ísraelskum hermanni, sum lat lív í Gaza í 2014, verða eftir ætlan handaðar Ísrael í dag, upplýsir Hamas sambært Ritzau.
Talan er, sambært palestinsku hernaðarrøsluni, um Hadar Goldin, sum lat lív í bardaga í 2014 undir einum stríði í Gazageiranum.
Líkið av Goldin er eitt av fimm, sum Hamas, sambært avtaluni um vápnahvíld, skal lata Ísrael. Hini fýra eru av gíslum, sum vórðu tiknir undir álopinum á Ísrael 7. oktober 2023.
Sambært avtaluni millum Ísrael og Hamas, sum kom í gildi 10. oktober, skuldu teir 48 gíslarnar, sum eftir vóru í Gazageiranum, leyslatast. Av teimum vóru 20 enn á lívi, og teir vórðu leyslatnir í oktober. Í gjár varð boðað frá, at 23 av 28 deyðum gíslum vórðu latnir Ísrael.
Les eisini: Ísrael fingið 23 av 28 deyðum gíslum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald