2019-01-13 14:12
Klokkan tíggju í morgun fór leitingin eftir horvna ferðamanninum aftur ígongd í Fugloynni. Men tá klokkan varð uml. eitt noyddist tey at gevast við leitingini.
Líkindi eru ikki til at leita meira í dag, sigur løgreglan.
Løgreglan hevur verið um alla oynna við tyrlu, hundum og staðkendum fólki og leitað, men enn hevur leitingin ikki givið nakað úrslit.
Løgreglan hevur sum nú er ongar ábendingar, men har eru nøkur støð, sum tey ætla at kanna nærri.
Løgreglan fer út at leita aftur, tá veðrið er batnað, men akkurát nær tað verður ber ikki til at siga, sigur vakthavandi á politistøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald