- Hetta er ikki eitt mál, sum eg fari at atkvøða fyri.
Í álitinum til málið um at hækka pensjónsaldurin, stóð at Liljan Weihe tekur støðu í tingsalinum.
Nú er greitt, at Tjóðveldiskvinnan ætlar sær at atkvøða ímóti málinum, sum í løtuni er til aðru viðgerð.
Hetta merkir, at um ein annar samgongutinglimir er ímóti, so fellur málið. Og so eru málini um Suðuroyartunnilin og samgongan í nýggjari støðu.
Liljan Weihe hevur júst verið á tingins røðarapalli. Har gjørdi tinglimurin greitt, at hon er greitt ímóti, at málini um at hækka pensjónsmálið og málið um at projektera og bjóða Suðuroyartunnilin út hanga saman.
- Hetta er illa handfarið.
Hon fanst eisini at løgmanni og politiska handverkinum. Liljan Weihe nýtti myndamálið hjá løgmanni frá ólavsøkurøðuni móti Akseli V. Johannesen:
- Vit eru bara finnir, sum verða fluttar. Vit bíða bert eftir næsta leiki og skulu gera eftir vilja kongsins. Summar finnir verða offraðir – meðan aðrar verða till frúgvir. Enn havi eg eina atkvøðu, og hana ætli eg at nýta samvitskufult.
Nakrir røðarar eru eftir á listanum. fylg við her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald