- Sagt verður frá, at kæran um uppsøgn við tilboð um annað starv verður ikki gingin á møti.
Tað skrivar Uttanríkis- og Vinnumálaráðið í niðurstøðuni til kæruna hjá Liljuna Weihe um uppsaganarmálið ímóti sær. Sostatt er greitt, at Liljan Weihe ikki fekk viðhald í kærumálinum um uppsøgnina av sær.
- Uttanríkis- og vinnumálaráðið metir samanumtikið, at bæði ætlanarskriv og uppsagnarskriv lúka tær fyrisitingarligu treytir, sum eru galdandi í uppsagnarmálum, skrivar málaráðið í niðurstøðuni. Tey skriva at treytirnar í fyristingarlógini til partshoyring og meginreglan um víðkaða partshoyring í ávísum uppsagnarmálum og kravið um grundgeving fyri avgerðini eftir teirra meting eisini eru gingin á møti í uppsagnarmálinum.
Uttanríkis- og Vinnumálaráðið greiðir í niðurstøðuni frá, at tey einans hava viðgjørt seinasta uppsagnarmálið, sum snúði seg um uppsøgn við tilboði um annað starv.
- Uttanríkis- og vinnumálaráðið skal ikki eftirmeta og endurviðgera tær kærur og kæruavgerðir, sum frammanundan eru viðgjørdar og avgreiddar í hesum máli, stendur í niðurstøðuni.
Leyst av kæruni um uppsagnarmálið kærdi Liljan Weihe eisini um handfaringina av málinum frá Kringvarpsins síðu. Millum annað kærdi hon um brot á innlitislógina og góðan fyrisitingarsið. Í hesi kæru fekk Liljan Weihe partvís viðhald.
Portalurin hevur fingið niðurstøðuna frá Sigmundi Poulsen, advokati hjá Liljuni Weihe.
Meira kemur um málið seinni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald