Innanlands

Liljan Weihe: Ósannindi í tíðindaskrivi frá Kringvarpinum

Í hoyringssvarinum hjá Liljuni Weihe leggur hon Johnny í Grótinum undir at skriva ósannindi í tíðindaskrivi um uppsøgnina av henni

2018-10-04 12:08 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Í drúgva hoyringssvarinum hjá Liljuni Weihe í samband við fjórða uppsagnarskrivið og tilboðið um nýtt starv, sum tíðindaleiðarin hevur kært, skrivar Liljan Weihe, at ósannindini vóru í tíðindaskrivinum um uppsøgn hennara. Ósannindi, sum kunnu skaða hennara starvsleið í framtíðini. 

Tað stendur millum annað í tíðindaskrivinum, sum varð sent miðlunum 21. desember í 2017, at Liljan hevur hevur verið illoyal mótvegis stjóra og stovni við at skriva ósannindi um stjóran til stýrisformannin og lata hesi ósannindi leka út. 

Les eisini: Liljan Weihe søgd úr starvi  

Eins og Portalruin skrivaði fyrr í dag, vísir Liljan eisini á í hoyringssvarinum, at hon ikki lak telefonnotatið við stýrisformannin út í miðlarnar, men at hetta tvørturímóti var kent ímillum starvsfólk á stovninum, tí tað var blivið nevnt á leiðslufundi í oktobermánaða. Hon vísir eisini á, at Rúni Heinesen, stýrisformaður, gav alment innlit í notatið, tó dagin eftir at Sosialurin hevði fyrstu greinarøðina um málið í Vikuskiftissosialinum 23. novembur í 2017. 

Les eisini: Var ikki eg sum lak telefonnotatið  

Liljan Weihe vísir eisini á, at Rúni Heinesen sjálvur úttalaði seg um málið til in.fo, tá hann segði at Kringvarpið ger kanningar um trúðvirði javnan og fyriheldur seg til tær kanningarnar. Altso er hann ikki samdur í, at trúðvirðið hjá stovninum er skaðað, tá tíðindaskrivið hjá Johnny í Grótinum verður latið almenninginum. Liljan Weihe heldur tó ikki, at Kringvarpið fylgdi vanligum mannagongdum, tá tíðindaskrivið varð almannakunngjørt. 

- Hetta er kanska tað, sum Kringvarpið vanliga – og av røttum – fyriheldur seg til. Men í so fall breyt Kringvarpið hesa meginreglu, tá eg var søgd úr starvi. Tí uttan nakra kanning, bleiv staðfest, at eg hevði skatt umdømið hjá Kringvarpi Føroya, og Kringvarpið sendi hetta ódokumenteraða uppáhaldið út til alt Føroya fólk fyri at skaða meg og mítt umdømi, sigur hon millum annað í hoyringssvarinum. 

Ikki vanlig mannagongd 
Liljan Weihe vil eisini verða við, at tað als ikki er vanlig mannagongd at fara ítøkiliga í orsøkir fyri, at fólk verður uppsagt í almennum tíðindaskrivið. 

- Hetta er púra óvanligt. Vanliga verða meira ella minni innihaldsleys tíðindaskriv send til miðlarnar, tá stjórar ella nevndarformenn loysa leiðandi fólk úr starvi. Seinasta dømi er uppsøgnin hjá Ben Arabo, nú fyrrverandi stjóri í Betri Banka, sigur hon millum annað og vísir á, at mannagongdin var júst tann øvugta í sínum føri. 

- Tvørturímóti sendir Johnny í Grótinum út tíðindaskriv til føroysku miðlarnar, har hann staðfestur, at eg skal hava verið illoyal, at eg skal hava skrivað ósatt um hann og skal hava skatt umdømið hjá Kringvarpi Føroya og álitið á leiðsluna.

Meira um málið kemur seinni. 

Les eisini: Vilja ikki hava Mentamálaráðið at viðgera kæruna   

Les eisini: Málið um tíðindaleiðaran: Hetta hevur málið kostað

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder