Í fjør var aldursmarkið fyri, nær kvinnur kunnu fáa viðgerð fyri barnloysi hækkað, og spurningurin er, um tíðin ikki er komin at endurskoða aldursmarkið fyri ættleiðing eisini, sigur Liljan Weihe, tingkvinna fyri Tjóðveldi.
Hon hevur sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í uttanríkis- og mentamálum ein § 52a fyrispurning um evnið.
– Tá einstaklingar ella pør ynskja at ættleiða eitt barn, eru ávísar treytir til ættleiðarar. Ein treyt er, at ættleiðari ikki er meira enn 42 ár eldri enn ættleidda barnið. Tað ber í sær, at pør, har bæði ella annar er eldri enn 42 ár, bert kunnu ættleiða eldri børn.
– Í fjør fingu vit nýggjar reglurum eftirgjørdan gitnað. Tá var aldursmarkið fyri, nær kvinnur kunnu fáa viðgerð fyri barnloysi, hækkað úr 40 upp í 45 ár. Onki aldurmark er fyri makan, um talan er um pør, sum eru í viðgerð fyri barnloysi, vísir Liljan Weihe á.
Hon vil tí hava at vita frá landsstýriskvinnuni, hví aldursmakrið fyri ættleiðing er sett, soleiðis at bert 42 ár kunnu vera millum foreldur og barn, og um ætlanir eru um at endurskoða aldursmarkið fyri ættleiðing.
– Vit síggja, at familjumynstur broytast. Somuleiðis síggja vit, at kvinnur (og pør) gerast eldri, tá tey gerast foreldur. Hædd er tikin fyri hesum í nýggju reglunum fyri eftirgjørdan gitnað. Spurninguriner, um tíðin ikki er komin at endurskoða aldursmarkið fyri ættleiðing eisini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald